Tað mundi fingið ein óhepnan enda, tá tríggir mans í gjár vóru ein túr í Nólsoyarfirði við báti. Út fyri molan misti báturin framdriftina og byrjaði at reka móti landi. Tað verður upplýst av MRCC-støðini.
- Teir høvdu brúk fyri hjálp, so vit ringdu til Rescue Lív, ið gjørdi skjótt. Tað tók 20 minuttir frá tí, at teir umborð á bátinum ringdu til okkara, til at Rescue Lív hevði fingið fatur á teimum, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.
Veðrið var gott í gjár, so sjálvt um báturin rak móti landi, so høvdu menninir nokk kunnu bjarga sær á land.
- Tað var eitt sindur kritiskt eina løtu, men tað gekk skjótt og gott. Um so var, at báturin rak á land, so hevði tað neyvan hent teimum nakað, tí teir høvdu bara lopið á land, men bátin hevði fingið skaða, sigur vakthavandi.

Smábátur rak móti Molanum

