Smáu íleggjararnir fingu sítt, men nógvir nýggir partaeigarar fingu nakað nógv minni, enn tey høvdu sett sær fyri Býtislykilin, sum verður nýttur, tá partabræv verða býtt millum privatu íleggjararnar, gevur ikki rúm fyri teimum heilt stóru partabrævakeypunum.
Sum tað framgongur á myndini omanfyri, so sleppa privatir íleggjarar í mesta lagi at keypa partabrøv fyri á leið hálvthundraðtúsund krónur. Og uttan iva eru tað heilt nógv, sum høvdu sett seg fyri meira enn hetta.
Á talvuni framgongur, hvussu keypið av partabrøvum er í mun til tað, sum keyparin upprunaliga teknaði seg fyri.