Foreldur ilskast um, at minstu hyljarnir í svimjihøllini í Gundadali eru ov kaldir til smábørn.
Í gjárkvøldið gav ein mamma ilt av sær á Facebook-vanganum hjá svimjihøllini í Gundadali og eftir lítlari løtu, hevði hon fingið nógva undirtøku.
- Vit eru nógv foreldur, ið ikki hætta okkum í Gundadal at svimja, tí vatnið er ov kalt til lítil børn. Eisini eru skiftirúmini alt ov køld, skrivar Poula Patursson og spyr, um tað ikki ber til at gera barnahylin eitt sindur heitari.
Hon er als ikki einsamøll. Í skrivandi løtu hava 166 fólk dámað boðini og 46 viðmerkingar eru skrivaðar undir, har av einans onkur einstøk ikki stuðlar henni.
Fleiri foreldur skriva, at tey als ikki fara í Gundadal at svimja við børnunum, tí tað er so kalt, men heldur leita sær til aðrar svimjihylar í landinum, millum annað til svimjihøllina í Klaksvík, og øll eru tey á einum máli um, at um tað var heitari, høvdu tey oftari verið og svomið við børnunum.
Umboð fyri barnagarðar í kommununi skrivað, at eisini tey stuðla umbønini um at seta hitan upp, tí tað er ov kalt hjá børnunum, bæði í pinkubarnahylinum og í barnahylinum.
Ein mamma skrivar at lítla barn hennara hevur bláar varrar eftir lítlari løtu, meðan ein onnur skrivar, at hóast sjey ára gamli sonur hennara leikar í, so ganga einans eini 15 til 20 minuttir, so skelvir hann eisini av kulda og varrarnar blánað.
Ein skrivar, at hon eisini hevur lagt til merkis, at nógv færri smábørn eru og svimja nú, og hon saknar at síggja teirra fittu snýð.
Trupulleikin er ikki nýggjur. Á vangamyndini hjá svimjihylinum sæst, at beint undan ársskiftinum byrjaðu fyrstu atfinningarnar og regluliga hava røddir verið frammi, um at vatnið er ov kalt í Gundadali.