Smáar skerjingar á fiskidagarnar

Fiskidagarnir verða skerdir við fimm prosentum. Onkrar leiðir verða stongdar og summir meskar skulu vera víðari. Hetta avgjørdi landsstýrið í dag. Skotið verður upp, at fiskidagatalið fyri komandi fiskiár 2009/10 verður lækkað við 5 prosentum, samanborið við fiskiárið 2008/09. Landsstýrismaðurin metir, at tað ikki er møguligt at fremja størri skerjingar enn hesar, tí avleiðingarnar fyri flotan og virksemið kring landið vera ógvusligar við hægri skerjingum.

Í øðrum lagi verður skotið upp at víðka um lógarásettu økisfriðingarnar fyri at minka veiðuna eftir smáum upsa.

Friðingin á Føroya Banka heldur fram, tó so, at skotið verður upp at loyva avmarkaðari snelluveiðu á Bankanum.

Harumframt eru ætlanir at gera aðrar broytingar í økisfriðingum, ásettar í kunngerð, ið allar hava til endamáls at verja toskin og hýsuna. Ætlandi verður øll línuveiða innan fyri 1 fjórðing bannað, eins og at markið hjá stórum línuskipum verður flutt úr 6 fjórðingum út á 7,5 fjórðingar.

Reglurnar fyri trolbátarnar, ið royna innan fyri 12 fjórðingar verða broyttar. Meskavíddin í hjáveiðiposanum verður hækkað úr 180 mm til 250 mm.

Eisini verður tosað um at gera ávísar tillagingar, so brúksskylda kann gerast veruleiki.