Smáar og fáar landingar í Klaksvík

Í dag hevur Landingarmiðstøðin hjá Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík landað tveir ísfiskatrolarar og tvey snelluskip Í dag hava partrolararnir Safir og Smaragd landað tilsamans 70.000 pund í Klaksvík. Skipini, sum fóru út stutt fyri hvítusunnu, hava havt stuttan túr, nú tey løgdu veiðina upp.

Tvey snelluskip hava eisini landað í Klaksvík í dag. Karlamagnus, sum er fyrrverandi Søkin, hevði sløk 26.000 pund, og Havsbrún hevði millum 10 og 12.000 pund.

Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík vita tey ikki um aðrar bátar, sum koma inn at landa hesa vikuna. Tó vænta tey, at Ågot, sum roynir eftir havtasku við gørnum, kemur inn at landa hósdagin ella fríggjadagin.

Línuskipið Helena hevur boðað frá landing mánadagin í komandi viku, og Kvik hevur boðað frá landing hósdagin um eina góða viku.