Tað er Jan E. Petersen, sum saman við vermóður síni stendur fyri framleiðsluni á lítla virkinum í Leirvík, Karl Hansens Eftf., eisini kent undir navninum, Knettavirkið.
- Umframt stóru og góðu knettini, sum viga umleið 170 gr. stykki og verða seld í posum við fýra knettum í hvørjum posa, framleiðir virkið eisini góðar leirvíksfrikadellur.
Jan E. Petersen sigur, at virkið framleiðir frikadellur í tveimum støddum - tær vanligu frikadellurnar, sum viga umleið 100 gr. stykki, men eisini smáar frikadellur á umleið 20 gr. stykki.
Hann sigur, at vanligu frikadellurnar verða seldar fýra í hvørjum posa og tær smáu við 20 í hvørjum posa.
- Umframt knettir og frikadellur, skera og vakumpakka vit eisini einkultfløk, har viðskiftafólk kunnu keypa sær eitt ella fleiri stakfryst fløk. Hetta eru fløk úr fyrsta floks toski.
Eins og fiskapylsurnar, sum Primafisk framleiðir, dagliga eru ein partur av matpakkanum hjá bæði børnum og vaksnum, eru smáu frikadellurar á 20 gr. eisini vorðnar attraktivar hjá børnum at hava í matpakkanum.
- Tað er munur á hjá børnum at hava eina stóra frikadellu í matpakkanum - og so at hava einar tríggjar ella fýra smáar frikadellur. Vit hava merkt, at hesar smáu frikadellurnar eru vorðnar rættiliga væl umtóktar í matpakkanum.
Men, tað er ikki bara í matpakkanum, at smáu frikadellurnar eru umtóktar.
- Tær smáu frikadellurnar eru eisini vælumtóktar sum frikadelluspjót saman við eitt nú kipsi ella eplamorli, sigur Jan E. Petersen, sum eisini rekur Primafisk.
Nú Lívsstíls-og Sølumessa verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í morgin og sunnudagin, verða bæði Primafisk og Karl Hansens Eftf. millum framsýnararnar.










