Smáar 50.000 krónur eru higartil komnar inn í innsavningini til kanningararbeiði fyri bróstkrabba.
Í sambandi við landskappingardystin millum Stjørnuna og Kyndil í gjár, var skipað fyri innsavning.
Kyndil hevur latið 5.000 krónur, og VÍF hevur latið 1.000 krónur til kanningararbeiði.
Stjørnan fegnast um tær gott og væl 50.000 krónurnar, sum er komnar inn. Felagið vil takkað mongu áskoðarunum í høllini og øðrum fyri stuðulin.