Smíða títt Asfalt-slogan

Asfalt skipar nú fyri kapping, har tú kanst gera eitt slogan til Asfalt 2008.

Besta uppskotið verðurbrúkt í samband við Asfalt tiltakið næsta ár. Fyri at luttaka í kappingini, skal man fara inn á www.myspace.com/asfaltfo og skriva sítt uppskot undir ´comments´ á síðuni.

 

Uppskotið skal vera á føroyskum. Møguleiki er at vinna atgongumerki til Asfalt, til Asfalt eftirveitsluna og gávukort til Hvonn. Seinasta freist at vera við er leygardagin 2. juni, og vinnarin verður kunngjørdur mánadagin 4. juni.

 

Fyri at vera við í kappingini er neyðugt at hava ein MySpace profil og vera ?vinur? hjá Asfalt, skrivar Asfalt í tíðindaskrivi.