Smíða bátar í Kina

Fyri tveimum árum síðani fekk norðmaðurin Jon Gjedebo eitt hugskot um at smíða smáar bátar í Kina. Eitt ár seinni var ætlanin veruleiki, og nú hevur bátasmiðjan í Shanghai smíðað fleiri bátar úr træ, plasti og glastrevju.

Henning All, sum stendur fyri tí dagliga virkseminum, sigur við Aftenposten, at kinesarar eru sera namir og arbeiðssamir. Hann vísir á, at tá norðmenn smíðaðu bátar í Eritrea í Afrika, tók tað eitt ár at smíða tann fyrsta bátin. Í Kina eydnaðist tað at smíða tíggju plastbátar eftir fýra mánaðum.

Eitt gamalt kinesiskt orðatak sigur, at gevur tú einum kinesara ein bát, sært tú ikki mannin aftur. Eftirspurningurin eftir teimum norsku bátunum hevur eisini víst seg at vera so stórur, at fyritøkan hevur verið noydd at leiga eyka høli, og nú er ætlanin at byggja eina nýggja og størri smiðju. Tað merkir eisini, at arbeiði verður til fleiri bátasmiðir afturat.