Smíða bíligar stuttleikabátar

Norsku vinnulívsmenninir Jens Ulltveit-Moe og Morits Skaugen halda seg hava funnið eini hyggjuráð. Teir eru farnir undir at smíða stuttleikabátar á einari bátasmiðju í Kina, og tann lága lønin har ger, at bátarnir eru bíligir samanborið við tilsvarandi bátar, sum verða smíðaðir á okkara leiðum.

Teir báðir hava drúgvar royndir í Kina. Morits Skaugen er stjóri í einum reiðaríi, sum siglir við gassi í Kina, og Jens Ulltveit-Moe eigur eina bátasmiðju í Kina, sum ger bjargingarbátar. Teir hava stovnað fyritøkuna FiveStar Marine, og tað er hon, sum smíðar stuttleikabátarnar.

Tann fyrsti báturin er farin av bakkastokki og kemur til Noregs í næsta mánað. Hann er 28 føtur langur og útgjørdur við øllum nútímans hentleikum. Ætlanin er at smíða umleið 40 bátar um árið, og roknað verður við, at prísurin fer at liggja væl niðan fyri eina millión norskar krónur. Tilsvarandi bátar, sum verða smíðaðir í Noregi, kosta ímillum 1,3 og 1,4 millión norskar krónur, skrivar Aftenposten.