Statens Luftfartsvæsen (SLV) sendi í gjár eitt tíðindaskriv út, har ið tað varð staðfest, at Hans Hansen ikki hevur flogið ólógliga við ferðafólki.
Niðurstøðan hjá Statens Luftfartsvæsen er soljóðandi:
»SLV har fået tilfredstillende forklaring på, at Atlantic Airways har gennemført flyvningerne den 05AUG06 og 06AUG06 på lovlig vis. SLV kan konstatere, at Hans Hansen på intet tidspunkt har fløjet kommercielt for Atlantic Airways efter at han er fyldt 65 år.«
Skrivað undir niðurstøðuna hevur Torben Jørgensen, sum er sjefur fyri »Operativ Afdeling hjá Statens Luftfartsvæsen«.
Feilur í dagføringini
SLV hevði tvey fólk í Føroyum, sum skuldu kanna alla dokumentatión. Teir hava so funnið nøktandi upplýsingar um, at Hans Hansen ikki fleyg ólógliga.
Tina Larsen frá SLV greiðir Sosialinum frá niðurstøðuni:
- Vit sendu okkara Operative Afdeling til Føroya. Loggbøkurnar og skrásetingarlistin vístu okkum, at tað var ikki Hans Hansen, sum fleyg túrin úr Kastrup til Føroya. Orsøkin til, at infranetið hjá Atlantsflog vísti, at hann var flogskipari hendan túrin, er, at listin ikki er vorðin dagførdur.










