skattahol
Í blaðnum í gjár viðgjørdu vit stóra skattholið, sum er í nýggju kapitalvinningsskattalóggávuni.
Her staðfestu vit, at bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum tá æt Karsten Hasnen, og aðalstjórin, Petur Alberg Lamhauge, undir lógarsmíðinum vórðu ávaraðir um skattaholið, men at hetta kortini ikki varð tipt.
Skotið við síðuna av
Í viðmerking til hetta staðfesti Petur Alberg Lamhauge, at talan var um eina politiska avgerð, og politiski myndugleikin á økinum, Karsten Hansen, staðfesti, at hetta var so. Men hann legði samstundis dent á, at hetta ikki var hansara avgerð, men at hann ikki fekk politiskan stuðul í samgonguni fyri at tippa holið.
Í hesum tóktist norðoyatingmaðurin at bæði løða og skjóta eftir serliga Fólkaflokkinum, men sambært landsstýrismonnunum hjá Fólkaflokkinum er siktið her væl við síðuna av.
- Hetta er púra nýtt fyri mær, og eg kann bara upp á tað allar haraðasta avsanna, at Karsten Hansen skal hava havt hatta fyri á nøkrum landsstýrisfundi yvirhøvur. Hvørki formligum ella óformligum, sigur Anfinn Kallsberg, táverandi løgmaður.
- Kann Karsten Hansen vísa á, hvar hann ikki hevur fingið politiskan stuðul fyri hesum, so er hann vælkomin til tað, men tað er so ikki í táverandi samgonguni. Um málið so er viðgjørt í Tjóðveldisflokkinum, veit eg ikki, men tað hevur ikki verið á mínum borði, staðfestir Anfinn.
Og hann fær eisini stuðul í hesum frá Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum.
- Makan til slutur og vrøvl skalt tú leita leingi eftir. Karsten Hansen er sjálvur maðurin, sum skal reagera upp á slík mál, og tað er eingin ivi um, at varð tað undir tingviðgerðini nevnt, at eitt skattahol skuldi tippast, so varð hetta atkvøtt ígjøgnum av øllum flokkum. Og sjálvandi skal eitt slíkt uppskot fyriliggja, um landsstýrismaðurin er kunnaður um eitt skatthol longu áðrenn lógin verður sett í gildi.
- Ætlanin við lógini var jú at gera eina skattalóg, sum bæði var løtt at umsita og har munur ikki varð gjørdur, og tað kann so bara staðfestast, at her hevur eitt hol verið, sigur Jørgen Niclasen, sum samanber hetta við grein 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum hann sjálvur umsat.
- Hetta er lógin, sum skal forða fyri ov stóran útlendskum eigaraskarða, og her vísti tað seg fleiri ferðir, at ymisk lop vórðu gjørd fyri at sleppa uttanum ætlanina við lógini. Tá máttu vit bara royna at smíða lóggávuna enn betri, soleiðis at hetta ikki kundi lata seg gera, og tað má vera skyldan hjá einum og hvørjum landsstýrismanni, sigur Jørgen Niclassen.
Ábyrgdin framvegis politisk
Sostatt tykist tað eftir útsøgnunum frá fólkafloksmonnunum standa greitt, at ábyrgdin fyri at skattaholið kom ígjøgnum meskarnar úti í Fíggjarmálastýrinum, hvílir á herunum hjá táverandi landsstýrismanninum.
Skjalfast er í øllum førum, at landsstýrismaðurin varð kunnaður um vandan fyri hesum, og tað verður heldur ikki mótsagt av honum, at talan var um eina politiska avgerð, sum forðaði fyri at tippa holið. Ein politisk avgerð, sum ? kanska ? hevur kostað landskassanum, og harvið skattaborgarunum, hópatals milliónir.