Sluttspurturin skal viðgerast av nýggjum

Leygardagurin vísti, at tað er sera óheppið, at karmarnir kring kappingarendan eru sum teir eru

Fótbóltur

 

Tað var ikki júst tann endin á kappingarárinum, sum tað varð roknað við. Vindur og regn og himmalsins ódnarveður bóru við sær, at bara tveir av fimm uppgerðum í 27. umfari vórðu avgreiddar. Hvussu tað verður við teimum trimum dystunum, sum ikki vóru spældir, var ikki avgjørt, tá ið hesar reglur vórðu skrivaðar. Men alt bendir á, at teir verða ikki spældir.

Fyri EB/Streym og viðhaldsfólkini var tað óguliga spell, at rómurin kring handanina av gullkrónum og steypi skuldi hvørva í ódnini. Tað hevði verið elegantari, um FSF umboðini høvdu handað tað, sum handast skuldi, í rimmar veitsluni á Eiði, heldur enn at spælarar, viðhaldsfólk og FSF umboðini – og pressan - skuldu fara ígjøgnum tann karmin og torturin, sum tey fóru ígjøgnum leygardagin.

Tíbetur høvdu úrslitini í 27. umfari onga ávirkan á FM og heiðursmerkini og niðurflytingina. Um FM og altjóða luttøka og niðurflyting høvdu staðið upp á spæl, hevði støðan verið heilt øðrvísi. So hevði verið neyðugt at funnið nýggjar dagar og tíðir at spælt dystirnar, og so hevði leygardagin verið neyðugt at blást allar dystirnar av í senn. Eisini teir har veðrið ikki var so vánaligt, at tað ikki bar til at spæla.

Leygardagurin var undirstriking av, at tað í føroyska heystinum ikki ber til at leggja so tepurt til rættis, sum tað var nú uppundir kappingarenda. Tað er neyðugt at hava eyka kappingardag at taka til, um veðrið skikkar sær soleiðis, sum tað gjørdi leygardagin.

Trupulleikin er tann, at feløgini leggja endahaldið sama kvøld, sum síðsta umfar er á skránni, og spælararnir leggja nýggjar ætlanir. Um so tað kiksar við veðrinum er einki at leggja uppfyri við. Tað er óheppið, og spurningurin er, um feløgini skulu útseta veitslurnar í eina viku, ella um okkurt annað skal gerast.

 

Møguleikarnir

Av og á hevur í hesum teiginum møguleikin verið umrøddur, um tað er optimalt, at síðstu umførini í kappingarárinum eru, tá ið talan er um vánaligastu spælilíkindini. Hitastigini eru lækkað, vindurin er vaksin, avfallið er meiri, og myrkrið er svartari. Alt er óhugaligari, enn tað hevur verið, síðani sjøtil í mars varð settur á kappingarárið.

Síðani kappingarárið varð longt úr 18 og upp í 27 umfør hevur tað verið kappast til eina ferð í oktober. Undanfarnu árini hevur tað fleiri ferðir hilnast væl, men tá hevur síðsta umfarið verið eina ella tvær vikur fyrri, enn tað var í ár. Tað hevur ikki so lítlan týdning.

Fleiri møguleikar eru fyri at sleppa undan keðiligu karmunum kring endaspurtin. Ein er at spæla fleiri umfør mitt í viku, enn tað higartil hava verið. Ein annar er at strika stutta summarsteðgin, og uppaftur ein annar er at venda kappingini á høvdið.

Allir møguleikarnir hava sínar fyrimunar, og allir hava sínar vansar. Skeri eg teg her, so missi eg teg har, plagar at verða tikið til, og tað er eisini í hesum førinum so satt, sum tað er sagt.

 

Hoyring

Tá ið onkur spurningur ella trupulleiki er á lofti, so plagar standard svarið hjá FSF formanninum at vera, at nú skal eftirmetast. Hvussu eftirmetingarnar ganga fyri seg, og hvat úrslitini av teimum eru, er sjáldan so nógv at hoyra um.

FSF signalini leygardagin vóru ikki heilt sannførandi, og kappingarstjórin ásannaði, at hann ikki var heilt vísur í, hvat ásetingarnar søgdu um óvæntaðu støðuna, sum veðrið bar við sær.

Í føroyska fótbóltinum eru nógvir aktørar. Umframt politiska og fyrisitingarliga myndugleikan í FSF eru tað nevndirnar í feløgunum. Tað eru dómararnir og venjararnir, áskoðararnir og pressan, og ikki minst eru tað spælararnir og tey, sum standa teimum nær.

Nógvu tey seinastu árini hevur FSF skipað fyri eftirmetingarfundum, har leiðslurnar í feløgunum og venjararnir saman við ábyrgdarpersónum í Fótbóltssambandinum hava eftirmett.

Nú tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi, og nú kappingin við 27 umførum hevur verið á skránni í fleiri ár, hevði tað kanska verið eitt hugskot at skipa fyri hoyring, har allir omanfyri nevndu partarnir og øll tey, sum annars hava áhuga fyri hesum, kundu møtt upp og lýst sína meining, áðrenn formelli myndugleikin – FSF og feløgini – tóku saman um og settu út í kortið. Tað hevði tænt føroyska fótbóltinum, sum ikki kann vera nøgdur við endaspurt av tí slagnum, sum vit øll vóru vitni til leygardagin.