Eva Maria Brynhildardóttir, er sjónleikari, og er millum annað kend fyri sín leiklut sum Rósa Maria, í fyrstu føroysku dramakonsertini. Hon er úr Havn, men fluttu til Klaksvíkar fyri einum árið síðani. Niðanfyri greiður hon frá hvussu hennara ólavsøka verður hildin í ár.
Hvønn leiklut heldur tú at Ólavsøkan hevur í okkara samfelag?
Ólavsøkan eru dagar, har vit eiga kenslurnar av at vera ein partur av eini tjóð við góðum samanhaldi. At vera ein samlað tjóð í okkara deiliga høvðusstaðið, um at varveita gamlar og nýggjar siðir, og minnast okkara uppruna. Føroyar eru fantastiskar, og vit eru eitt fantastiskt, livandi, nýskapandi og fryntligt fólkaslag, og eiga vit hesar tveir dagarnar til góðar at slappa av frá okkara modernaða gerandisdegi, og har vit sleppa at vísa tað vit elska og duga best við okkara mentan, s.s list, tónleik, ítrott, osfv. Og hvussu frálíkt er tað ikki blivið, at vit nú hava sum fastan tátt at byrja ólavsøkuna við Faroe Pride, har vit stuðla ymiskleikanum og kærleikanum. :)
Hvat hevur Ólavsøkan at siga fyri teg?
Eg flutti úr Havnini og norð til Klaksvíkar í novembur í fjør, so tað verður "doyligt" at koma "hoym" at hitta familju, vinir, grannar og kenningar í gøtunum, har eg saman við teimum havi slitið mínar barna- og ungdómsskógvar. So ólavsøkan í ár verður nakað heilt serligt!
Hvat er tað besta við Ólavsøku?
Eg elski alt við ólavsøkuni. At fyrireika tjóðarbúnan, við at strúka, pussa, og seyma hann (inn ella út). Ornað neglirnar, seta hárið, reyða varrastift á, og so sleisandi oman og niðan ígjøgnum miðbýin, arm undir arm við vinfólkunum. Kappróðurin, kabarettin, framsýningarnar, konsertirnar, tivoli, slushice, candyfloss, franskan og grønt sunkist, ballónirnar, børnini, pørini, familjurnar, forvitnu ferðafólkini, at eygleiða fólk, og allir teir ymisku tjóðarbúnarnar eins og silvuri, ið hoyrur til. Miðnáttarsangurin, snapsarnar, flennini, smílini, klemmini, kossarnar, eygnabráini, nikkini, myndirnar, sjálvsmyndirnar. Okey. Skal eg ikki bara steðga her?
Hvat er minni gott við Ólavsøku?
Tann lunkaði snapsurin, ið verður bjóðaður, sum hevur ligið í innara lummanum í 11 tímar. Nei tvætl.
Eg vil siga, tá ið veðrið er ringt, er tað minni stuttligt.
Hvussu fert tú at halda Ólavsøku í ár?
Vit fáa gestir heilt úr Minneapolis, USA, so tað verður ALT, sum hoyrur til.