Sluppungin í Nólsoy tikin upp av botni

Tað var síðst í januar, at nólsoyingarnir Nicolaj Falck og Beinir Poulsen fóru til Klaksvíkar eftir einum 100 ára gomlum sluppunga.

Teir ætlaðu, og ætla framvegis, at umbyggja hann til sjórænaraskip til gamans fyri børn og barnsligar sálir.

Men stutt eftir, at sluppungin kom til Nólsoyar, sakk hann.

Men í gjár varð hann tikin upp aftur, og stendur nú uppi á turrum. Í gjár vitjaðu SJH Commercial Diving og kranabátinum Grønanes í Nólsoy, og sluppungin kom undan kavi aftur.

 

Myndir: Evy Toftegaard Nielsen

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##