Sluppu við einari ávaring

Tað hevur seinastu tíðina vundið alt meira upp á seg, at mynstringarskjølini ikki samsvara við manningarnar, men hereftir skal skil fáast á

Fleiri avmálunum, sum vórðu roynd í rættinum, eru fleiri ára gomul.
Talan er um skip, har krav er um tveir maskinmenn, men har bert tann eini var umborð. Brotini eru staðfest av Fiskiveiðieftirlitinum og send politinum.
Tey hava tó verið skrivað á ein slíkan hátt, at politiið ikki hevur gjørt nakrar kanningar í málunum, og tí eru hesi brotini farin aftur við borðinum.
Undantaksloyvi eru søkt um og givin í 38 førum um bert at hava ein maskinmann, heldur enn tveir. Sum orsøk til undantaksloyvini verður sum høvuðsgrund ført fram, at tað er torført at fáa maskinmenn, serliga tí so nógvir velja at fara yvir til Noregs at sigla, tí lønin er munandi betri har.
Ført verður eisini fram, at reiðararnir veruliga hava roynt at fingið fatur á maskinmonnum við at lýsa eftir teimum.
Tað kom fram, at tað eina skipið var meldað 5. juli 2006, og málið var latið einum juristi. Men nú er málið ikki at finna. Eftir gjøgnumgongd ber Lindu Hesselberg ikki til at finna eitt einasta mál, har bót er skrivað.
Tað vísir seg, at Fiskiveiðieftirlitið hevur send málini til politiið, men kortini tekniskt so mangulfult, at politiið ikki hevur uppfatað tey sum mál, ið politiið skuldi kanna.

200 brot
Brotini eru í høvuðsheitinum ov lítil manning, førleikakrøv ella vantandi vinnubrøv.
Hesi brotini eru ikki hondhevað í praksis, og tí eigur revsingin av falla burtur, segði verjin. Ikki minst tí at málini eru um at fyrna. Hon helt tað tí vera rætt, at mann heldur frameftir fór at taka brotini meira álvarsligt.
Ákærin metti hinvegin, at rætturin átti at áseta eina bót fyri brotini, so tað fór at vera óneyðugt hjá ákæruvaldi og rættinum at fara ígjøgnum hetta sama einaferð aftrat.
Hon metti tó, at hesar sakirnar kundu avgerast við einari ávaring. Í fleiri førum var ikki søkt um undantaksloyvi, og tað vóru hesart sakir, ið hon mælti til at geva ávaringar.
Dómarin, Hanna Vang, valdi at geva reiðarunum eina ávaring. Sum grund gav hon, at Vørn hevur latið málini til politiið, sum tó einki hava gjørt við tey. Tí hava skip og manning fatað tað soleiðis, at einki verður gjørt við málini.
Dómarin helt, at slík brot frameftir skulu sektast við bót til skiparan á 5.000 krónur, meðan reiðaranum skuldi tað kosta 20.000 krónur.
At enda avgjørdi hon, at tað almenna skal gjalda fyri sakarmálskostnaðin.
Annars upplýsti Linda Hesselberg, at tað liggja eini 200 mál avlíknandi slag hjá ákæruvaldinum.