Um níggju tíðina í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóappi á Vegnum Langa, beint við samkomuhúsið, Lívdina. Løgreglan sigur at tveir bilar, sum komu koyrandi ímóti hvørjum øðrum eftir Vegnum Langa, stoyttu saman, næstan gron í gron.
Tvey fólk, bilførarin og eitt barn, vóru í øðrum bilinum og tey vórðu flutt á skaðastovuna til kanningar, men tey høvdu ikki fingið mein og sluppu sostatt heimaftur. Í hinum bilinum var bara bilførarin, og hann slapp eisini óskalaður frá óhappinum.
Løgreglan sigur kortini, at bilarnir báðir fingu so mikið stóran skaða, at teir fingu ikki koyrt av staðnum aftur, men mátti hivast upp á ein vogn, sum førdi teir burtur. Løgreglan veit ikki hví óhappið hendi, men tað fara tey nú at royna at fáa greiði á.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##