Sluppu væl frá ferðsluóhappi

Tvey fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum

 

Seinasta samdøgurið hevur verið hált og krapi og sostatt hava koyrlíkindini ikki verið av teimum bestu.

Tað hava eisini fleiri ferðsluóhapp verið kring landið hetta seinasta samdøgurið.

 

Tey flestu óhappini hava ikki elvt til nevniverdan skaða, men í Vágum fór ein bilur í smildur, tá ið hann fór útav vegnum í hálku ímillum Vatnsoyrar og Miðvág.

Trý fólk vóru í bilinum og tvey av teimum føldu seg ikki væl eftir ógvusliga óhappið. Tískil vórðu tey flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tey høvdu ikki fingið stórvegis mein.

 

Ímeðan løgreglan var á staðnum í sambandi við hetta óhappi, steðgaðu tey eisini einum tilvildarligum bilførara, sum kom koyrandi framvið og tað vísti seg, at tann bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, so hann varð eisini tikin og skuldsettur.

 

Frá 1. desember til 30. apríl er ikki loyvt at koyra við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku, men løgreglan sigur, at við nøkrum heilt fáum undantøkum, eru bilarnir væl skøddir.