Sluppu væl burtur úr ógvusligum óhappi

Ein maður stendur til at missa koyrikortið

Seinnapartin í gjár fóru tvey fólk á Landssjúkrahúsið eftir eitt ógvusligt ferðsluóhapp við brúnna við Streymin. Men løgreglan sigur, at eftir tí tey vita, hava tey ikki meiðslað seg nevnivert. Løgreglan sigur, at óhappið hendi, tá ið ein maður kom av Streymoynni og skuldi snara til vinstru til Norðskála. Men hann helt ikki av fyri einum bili, sum kom oman eftir, men snaraði inn fyri hann, so at tað brast. Løgregla og sjúkrabilar komu á staðið og tvey fólk, eitt í hvørjum bili, vórðu flutt á Landssjúkrahúsið.

 

Sostatt helt hann ikki víkiskylduna, og og tá ið tað elvdi til eitt óhapp, verður úrslitið helst, at hann missur koyrikortið treytað, sigur løgreglan. Bilarnir fóru illa. Ein triði bilir, sum koyrdi aftan fyri, varð eisini raktur, men hann fekk bara smávegis skaða.