Sluppu væl frá ferðsluóhappi

Í morgun vóru tríggir mans fluttir á Landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluhapp.

Ein bilur við trimum monnum í var á veg norðureftir, tá ið hann onkusvegna endaði í vinstru koyribreyt og rendi í ein garð beint aftan á frákoyringina til kjalnes.

Løgreglan sigur, at í fyrstu atløgu vóru ábendingar um, at onkur av monnunum í bilinum høvdu fingið álvarsligan skaða og teir vórðu allir tríggir fluttir á Landssjúkrahúsið.

Men tíbetir vísti tað seg, at teir høvdu bara fingið smásnuddir, tó hevði tann eini brotið nøsina.

Løgreglan veit ikki, hví bilurin endaði í vinstru koyribreyt, men hann fekk so mikið stóran skaða, at hann varð varð vrak.