Sluppu undan verkfalli í evstu løtu

Heimasjúkrasystrar kring landið fáa nú tænastubilarnar, tær hava stríðst fyri í fleiri ár. Teir høvdu annars fyrireikað seg til at leggja arbeiðið niður, men tað eydnaðist at loysa málið í evstu løtu

 

Heimarøktin


Tað var í evstu løtu, at vit í gjár sluppu undan einum verkfalli, sum hevði fingið sera álvarsligar avleiðingar .

Tað vóru heimasjúkrasystrarnar og heilsusystrarnar kring landið, sum høvdu hótt við at fara í verkfall.

Tað er gamla ósemjan um bilarnar hjá hjá heimarøktini, sum spøkir aftur.

Heimasjúkrasystrarnar hava fyrr verið í verkfalli um hetta sama, tí tær vilja ikki góðtaka, at tær skuldu brúka egnan bil í arbeiðnum.

Tað er til stórt fortreð, at tær hava verið noyddar at brúka egnan bil til arbeiðis, tí tær hava nógv at gera og arbeiðið leggur tí skil hald á bilarnar ein stóran part av tíðini, eisini tá ið tær hava tilkallivaktir, umframt at bilarnar slítast.

Sjúkrasystrarnar hava tí leingi roynt at fáa almannaverkið at útvega teimum arbeiðsbilar.

Nú í hest var tað komið hartil, at tær settu hart ímóti hørðum og høvdu sett 1. oktober sum evsamark fyri, nær bilarnir skuldu verða til taks.

Men tann freistin varð útsett til í gjár, fyrsta norvember, tí serstovnadeildin hevði boðað frá, at arbeitt var við málinum.

Og best sum tær fyrireikaðu seg upp á at leggja arbeiðið niður, komu boð frá Serstovnadeildini í fyrradagin um, at Almanna- og Heilsumálaráðið nú hevur gjørt at at søkja Løgtingið um eykajáttan at keypa bilar fyri til heimarøktina og heilsusystrarnar.

Jákup Foldbo, leiðari á Serstovnadeildini, sigur, at Almanna -og heilsumálaráðið hevur søkt um eina játtan á eykajáttanarlógini fyri oktober.

? Tilsamans hava vit søkt um eykajáttan til sjey bilar. Teir kosta 100.000 krónur hvør, tá ið mvg er tikið av, so tilsamans hava vit søkt um 700.000 krónur.

Eykajáttanarlógin fyri okbober er enn til politiska viðgerð í Landsstýrinum og enn er óvist, nær hon verður løgd fyri tingið.

Jákup Foldbo sigur, at bilarnir skulu síðani býtast sundur ímillum økini og ímillum heilsusystrarnar og heimasjúkrasystrarnar.

Hann ásannar, at sjey bilar eru ikki nóg mikið til at nøkta allan tørvin og tað kemur eisini at vera so í framtíðini, at tær koma at brúka sín egna bil fyri ein part.

? Men tað er heldur ikki uppleggið, at hvør skal hava sín bil. Hjá nógvum er tað ongin trupulleiki at brúka egnan bil, men hjá øðrum er tað ein stórur trupulleiki. Men bilarnir, sum nú verða keyptir, gera, at heimasjúkrasystrarnar eru ikki so noyddar at keypa egnan bil.

Tær, sum brúka egnan bil, fáa 2,90 kr. fyri hvønn kilometur, tey koyra. Men nú verða samráðingar um at hækka tað gjaldið.


Álvarsligar avleiðingar

Jákup Foldbo ásannar, at hevði tað enda við, at heimasjúkrasystrarnar fóru í verkfall, hevði tað fingið sera álvarsligar avleiðingar, tí tær hava heilt nógvar sjúklingar, sum tær ganga heim til. Og í summum førum geva tær lívsneyðugan heilvág ella viðgera fólk, sum liggja álvarsliga sjúk heima.

Eftir, hvat skilst, heldur Sjúkrasystrafelagið, at hesir sjey bilarnir eru ein byrjan og tí varð ætlaði arbeiðssteðgurin avblástur.