Sluppu óskalaðir frá ógvusligum ferðsluóhappi

Hetta var ikki eitt av teimum vanligu óhappunum, sigur løgreglan

Vit halda, at bilførararnir báðir eru hepnir, at teir sluppu so væl burtur úr tí. Tað sigur løgreglan eftir eitt ógvusligt ferðsluhapp í gjár.

Hetta óhappið var ikki eitt av teimum vanligu óhappunum. Løgreglan sigur, soleiðis sum málið higartil er upplýst, er talan var um nakrar bilar, sum komu koyrandi suðureftir eftir landsvegnum á Langasandi ímillum teir báðu stóru býlingarnar í Kollafirði.

Tá ið bilarnir nærkaðust bygdum øki, settu teir ferðina niður, men tað ansaði ein bilur, sum kom aftanfyri, ikki eftur fyrr enn tað varð ov seint.

Hetta var beint við eina omankoyring til uppsjóvarvirkið og tá ið hann varnaðist, at hann ikki kláraði at bremsa, snaraði hann til vinstru og roynir at fara yvir í omankoyringina fyri at sleppa undan at koyra upp í reyvina á bilinum frammanfyri.

Men óhappið hendi tá ið ein bilur, sum kemur norðureftir, sær at ein bilur kemur í skeivari vegbreyt og fyri at sleppa undan samanstoyti, roynir hann eisini at snara í omankoyringina til uppsjóvarvirkið. Og tá ið báðir bilførararnir sostatt valdu somu loysn fyri at sleppa undan óhappinum, slapst ikki undan, at tað brast. 

Løgreglan sigur, at óhappið var ógvusligt og báðir bilarnir vórðu vrak. Annar bilførarin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann hevði ikki fingið mein og slapp heim aftur beinanvegin.

Og tað heldur løgreglan var væl sloppið, tí stoyturin var so harður. Nú skal óhappið so greinast fyri at vita, um tað fær nakrar avleiðingar fyri onkran av pørtunum, kanska serliga fyri bilføraran, sum endaði í skeivari vegbreyt.