Sluppu merkiliga væl

Tað kundi enda galið, tá teir umborð á Lómi lossaðu á Tvøroyri í morgun. Av onkrari orsøk varð kranin svingaður inn yvir bryggjuna, og jarðlegði eina 24 metra høga ljósmastur úr stáli

Farmaskipið, Lómur, kom illa fyri, tá ið teir lossaðu á Tvøroyri í morgun
Av onkrari orsøk, er onkur komin at svinga kranan inn yvir bryggjuna og har rakti kranin eina 24 metrar høgan el-steyra av stáli.
Men bresturin var so harður, at el-steyrin varð slættaður við jørðina.
Hetta var beint áðrenn blaðið fór til prentingar, so enn hevur tað ikki eydnast at okkum at fáa uppspurt, hvat hendi.
Løgreglan visti onki um hendingina og Lómur fæst ikki at svara.
Á Havnarskrivstovuni á Tvøroyri fáa tey heldur ikki sagt nógv um tilburðin.
– Ljósmasturin stóð beint við har, sum portri hjá Lómi er, og har var so onkur sum svingaði kranan í ljósmastrina, sum síðani koppaði. Meiri vita vit ikki, siga tey har.
Havnarskrivstovan sigur, at ongin skaði stóðst, tá 24 metra høga masturin koppaði.

Sí myndatema, har myndirnar tala fyri seg.