Sluppu livandi frá flogóhappi

Tveir menn, ein dani og ein svii, sluppu við lívinum, tá flogfar teirra datt niður í Kanada Tað var danski rækjutrolarin Atlantic Enterprise, sum kom fram á teir báðar menninar, sum sótu á ísinum. Báðir vóru í lívbúna, og teir hava tað eftir umstøðunum gott, sigur danska kringvarpið.

Teir báðir menninir eru nú umborð á trolaranum og bíða eftir at sleppa í land, sigur DR.

Í gjár ljóðaði annars, at báðir menninir doyðu, tá lítla flogfar teirra datt niður.