Sluppu ikki til Zimbabwe

Myndugleikarnir í Zimbabwe hava lítlan hug at lata útlendsk fakfelagsfólk sleppa inn í landið, og tað fingu nøkur umboð hjá fakliga landsfelagsskapinum í Noregi at kenna fyrr í vikuni.

Nina Mjøberg, sum starvast á altjóða deildini hjá norska LO, fekk ikki innferðarloyvi í Zimbabwe mikudagin, og sama dag fór zimbabwiska løgreglan á eitt gistingarhús eftir einum LO-umboði úr Zambia, sum fekk boð um at fara av landinum beinanvegin. Tey bæði skuldu taka lut á einari ráðstevnu, sum fakligi landsfelagsskapurin í Zimbabwe skipar fyri.

Altjóða LO hevur mótmælt framferðini hjá zimbabwisku myndugleikunum, og tað fer norska LO eisini at gera, skrivar Aftenposten. Ætlanin er eisini at fáa norska uttanríkisráðið upp í leikin, so tað kann senda stjórnini hjá Robert Mugabe, forseta eitt formligt mótmæli, skrivar blaðið.