Hóast fleiri royndir at sleppa av við tað, eydnaðist tað ikki japanum at selja alt tvøstið, sum teir fingu burtur úr stórhvalaveiðini í útnyrðingspartinum av Kyrrahavinum í fjør.
Franska tíðindastovan AFP skrivar úr Tokyo, at skipini fingu 1.200 tons av tvøsti burturúr, men at hóast fleiri royndir eydnaðist tað bara at selja 300 av teimum 1.200 tonsunum. Tvøstið úr útnyrðingspartinum av Kyrrahavinum er fryst, tá tað kemur á marknaðin, og keypararnir hava ikki so gott eyga á tí sum á tvøstinum frá hvalaveiðini fram við landi, sum verður selt feskt.
Talsmaðurin hjá japanska hvalaveiðifelagnum sigur sambært AFP, at ágangurin uttanlands ímóti hvalaveiði ger, at fleiri matvøruhandlar aftra seg við at selja tvøst. Tí noyðast japanar at leita sær eftir øðrum marknaðum, sigur hann.