Strandferðslan boðaði tá frá, at Sildberin heldur ikki fekk siglt av Sandi til Skúvoyar sum ætlað vegna veður.
Annars eru fleiri túrar á ferðaætlanini hjá Sildberanum um Skúvoyarfjørð seinni í dag – teir flestu tó við tilkalling.
Men fyri at binda um heilan fingur, hevur Strandferðslan tó sett sum eina viðmerking , at fráfaringartíðirnar úr Skúvoy kunnu verða broyttar orsakað av veðri og streymi. Og tað vórðu tær so aftur í gjáramorgunin, máttu fólk í oynni bara staðfesta enn einaferð.