Sluppu ikki at síggja nakað

Útlendsku diplomatarnir og tíðindamenninir, sum vóru bodnir til usbekiska býin Andisjan at kanna, hvat veruliga er hent har, sluppu ikki at síggja nakað

Teir útlendsku diplomatarnir og tíðindamenninir sluppu eina bussferð ígjøgnum Andisjan, men sambært tíðindamonnunum høvdu bussurin og ferðaleiðararnir so stóran skund, at tað bar als ikki til at gera sær eina mynd av tí, sum hent var.
Tað tykist rættiliga sannlíkt, at fleiri hundrað fólk lógu eftirá, tá hermenn skutu inn í eina mótmælisgongu í Andisjan fyri einari viku síðani. Tíðindini fingu altjóða samfelagið at krevja, at teir usbekisku myndugleikarnir lótu útlendsk umboð sleppa at kanna málið, men diplomatarnir og tíðindamenninir, sum vórðu bodnir til býin, fingu lítið og einki burturúr, skrivar norski tíðindamaðurin Halvør Tjønn. Tað einasta, sum teir sluppu at vitja, var eitt fongsul og ein almennur umsitingarbygningur, og so sluppu teir at tosa við nøkur umboð fyri myndugleikarnar.
Diplomatanir og tíðindamenninir høvdu ætlað sær at vitja ein skúla, tí mótmælisfólkini hava sagt, at hermenninir høvdu savnað umleið 500 lík í skúlanum. Men tey útlendsku umboðini sluppu ikki at vitja skúlan.
Diplomatarnir og tíðindamenninir sluppu heldur ikki at tosa við fólk á gøtuni í Andisjan. Tíðindastovurnar skrivaðu í gjár, at nógv fólk vóru komin saman uttan fyri eitt sjúkrahús, tí tey vildu hava at vita, hvussu tað stóð til hjá fleiri, sum vórðu særd, tá hermenninir skutu inn í mótmælisgonguna.