Sluppu ikki aftur í Sandoynna

Tað ávirkar nógv, tá Teistin avlýsir, soleiðis sum gjørt hevur verið í dag og í kvøld, nú skipið aftur hevur tekniskt brek.

Í morgun fóru nógv børn og foreldur longu leiðina úr Sandoynni og heilt norður til Klaksvíkar at spæla flogbólt. Hetta var flogbóltskapping fyri børn, sum fyri fleiri byrjaði klokkan 13.30.

 

Nógv taka ein slíkan túr sum ein familjutúr, har foreldur við børnum fara avstað, og soleiðis var eisini í dag. Flestu - fyri ikki at siga øll - foreldur høvdu bilin við sær.

 

Men, sum dagurin í dag leið, frættist, at Teistin sigldi ikki fyribils vegna tekniskt brek, og tí setti Strandfaraskip Landsins Sildberan at røkja siglingina seinastu túrarnar í kvøld.

 

Men, Sildberin tekur ongan bil. Tískil fekk eingin, sum hevði bilin við sær úr Sandoynni í morgun, bilin suður aftur, og soleiðis eru fleiri familjur í Sandoynni strandaðar í Havn og aðrastaðni í kvøld.

 

Flestu hava brúk fyri bilinum hvønn dag, og tí loysir tað ikki trupulleikarnar hjá familjum, sum fóru úr Sandoynni í morgun og norður til Klaksvíkar, at Sildberin nú røkir hesa sigling.

 

Fólk hava brúk fyri at fáa bilarnar í Sandoynna aftur, men hetta fer ikki at lata seg gera, fyrr enn ein bilaferja aftur er á leiðini um Skopunarfjørð, og spurningurin er í løtuni, nær tað verður.