Sluppu heilskapaðir burtur úr verkfallinum

- Vit skulu hava ein heilt nýggjan sáttmála við Fiskimannafelagið og í tí sambandi skulu vit eisini tosað um oljuútreiðslurnar hjá skipunum, sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum - Vit eru ómetaliga glaðir fyri, at skipini aftur sleppa at fiska. Men báðir partar hava tapt, tí tað er ongantíð nakar, sum vinnur í einum verkfalli.

Tað staðfestir Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, nú verkfallið hjá Fiskimannafelagnum endaði fyrr í kvøld.

Kortini heldur hann, at báðir partar komu nøkunlunda heilskapaður burturúr verkfallinum og tær eyka, fíggjarligu byrðurnar, sum eru lagdar á reiðararnar í nýggja sáttmálanum, hava ikki nógv upp á seg í heildarmyndini.

Tað, sum serliga skilti partarnar, var tann umstrídda oljusemjan, sum varð gjørd í seinastu samráðing. Har stendur, at fer oljan upp um 2,90 krónur fyri liturin, skulu partarnir tosa saman um oljuútreiðslurnar. Tað, sum liggur í hesum er, at fiskimenninir skulu betala ein part av oljuni.

Men hetta noktaði Fiskimannafelagið blankt og tað er var ein høvuðsatvoldin til verkfallið.

- Fiskimannafelagið hevur higartil noktað at tosa um oljuna, men í nýggja sáttmálanum stendur beinleiðis, at partarnir skulu taka spurningin um útreiðslurnar til oljuna upp av nýggjum longu í ár.

- Sostatt hevur Fiskimannafelagið beinleiðis givið tilsøgn um, at vit skulu tosa um oljuna, sigur Viberg Sørensen.

Samatundis fegnast hann um, at partarnir eru samdir um at gjøgnumganga allan sáttmálan.

Vit ætla at rudda borðið, tí sáttmálin er gamal og ótíðarhóskandi og tí er endamálið hjá Reiðarafelagnum at gera ein spildurnýggjan sáttmála og í tí sambandinum skulu vit eisini tosa um oljuna, eins og vit skulu umrøða øll onnur viðurskifti, sum hava við raksturin hjá skipunum at gera, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.

Hann ivast ikki í, at tað ber til at gera ein nýggjan sáttmála, sum er betri fyri báðar partar.

Tað kann gerast við rationaliseringum, eitt nú í manningartali.

Eitt dømi er, at bæði við flakatrolarum og nótaskipum kunnu væl færri mans vera við, enn tað eru nú.