Seinnapartin í gjár kom Helen Burnie á Runavík. Tað er skotska felagið Inverlussa, sum eigur skipið, og sum er eitt av teirra avlúsingarskipum.
- Skipið hevur nærum somu útgerð til at avlúsa laks við, men ikki eins stóra, sum eitt nú Martin og Róland hjá Bakkafrost, veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga.
Lagt verður aftrat, at Helen Burnie kom úr Hetlandi til Føroya eftir einum geari til eina tvíkilju, sum er bygd hjá KJ Hydraulik á Kambsdali.
Tríggir hetlendingar eru við skipinum, og teir eru umborð í tríggjar vikur og hava so frí í tríggjar vikur. Teir fara avstað aftur til Hetlands í dag.
Helen Burnie er bygd í 2010, er 27,7 metrar long og 10 metrar breið.
Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, var umborð og vitjaði, og hann gav sær eisini stundir at koyra menninar við Helen Burnie ein biltúr.