Slummið í Havn

Niðri á Kongabrúnni heldur ein heldur øðrvísi café til: Slumcafé?in hjá Amnesty ?Endamálið við eini tílíkari slumcafé er at varpa ljós á skilið í Kenya. Vit savna undirskriftir til forsetan har, tí hann hevur lagt ætlanir, ið forbróta seg móti mannarættindum. Í stuttum ætlar hann at rudda alt slumkvarterið í høvuðsstaðnum, har tað býr ein rúgva av fólki. Hann ætlar at fara við einum bulldozara og rudda alt upp á fimtan minuttir. Eingi atlit verða tikin fyri tí fátæka fólkinum, ið býr har,? sigur Katrin á Neystabø, samskipari av slumcafé?ini.

?Á café?ini hjá okkum hava fólk møguleika til at síggja og lesa um viðurskiftini í Kenya. Vit hava roynt at skapt ein so slummutan stemning sum gjørligt, og kunnu fólk koma inn at keypa sær ein kaffimunn og onkra kaku. Og so eru tey sjálvandi eisini meira enn vælkomin at skriva undir,? sigur Ingilín Strøm, ein av hjálparfólkunum í café?ini, ið verður rikin av sjálvbodnari arbeiðskraft.