Tað verður 34 ára gamli, David Šmajc úr Slovenia sum kemur at døma seinna dystin millum Ferancvaros og KÍ í Budapest í morgin klokkan 17. Fyrri dysturin við Djúpumýru endaði við javnleiki 0-0.
David Šmajc hevur dømt regluliga í bestu slovensku fótbóltsdeildini síðani 2018.
Tó eru tað ikki tað nógvu altjóða royndirnar hann hevur. David Šmajc hevur dømt ein Europa Conference League undankappingardyst og ein U21 EM-undankappingardyst. Annars hevur David Šmajc í altjóða høpi bara dømt landsdystir í yngri aldursbólkum, so hann kemur væl eisini undir eitt ávíst trýst á Groupama Aréna í Budapest í morgin.
Dómaraeygleiðarin til dystin millum Ferancvaros og KÍ er kendi enski dómarin, Howard Webb.
Til ber at rinda og harvið stroyma dystin millum Ferancvaros og KÍ á heimasíðuni hjá KÍ, ki.fo.
Budapest (Groupama Aréna) 19. juli klokkan 17:
Ferencvárosi TC (HUN) - KÍ Klaksvík (FRO)
Høvuðsdómari: David Šmajc (SVN)
Hjálpardómari 1: David Gabrovec (SVN)
Hjálpardómari 2: Tomaž Černe (SVN)
Fjórði dómari: Alen Borošak (SVN)
Video Assistant Referee: Nejc Kajtazovič (SVN)
Assistant Video Assistant Referee: Asmir Sagrkovič (SVN)
UEFA Dómaraeygleiðari: Howard Webb (ENG)
UEFA Umboð: Andrew Shaw (ENG)