Slovenia sum Føroyar møta 11. januar vann á Eysturríki

Mótstøðuliðini hjá føroyska hondbóltslandsliðnum í bólki D í EM-endaspælinum spæla venjingardystir í hesum døgum

Tá føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir fyrsta dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í Berlin í Týsklandi verður Slovenia mótstøðuliðið.

 

Slovenia hevur seinnapartin spælt venjingardyst á heimavølli móti Eysturríki. 

 

Slovenia vann ein tepran 34-33 sigur. Í steðginum var Slovenia á odda 16-15. 

 

Eitt annað mótstøðulið hjá Føroyum í innleiðandi bólki D, Póland spælir í kvøld klokkan 19.30 á heimavølli seinna venjingardystin móti Argentina. Fyrrakvøldið vann Póland 27-26 (13-13) á Argentina.