Slovenarnir eru stórundirhaldarar

Veikleikin hjá teimum er í verjupartinum, men Allan Simonsen roknar við, at tað verður torført hjá hansara monnum at leggja trýst á.

Seinnapartin í morgin verður farið undir eina nýggja HM undankapping. Allan Simonsen heldur, at tað hevur stóran týdning fyri allar partar, at tað gonst væl fyrstu ferðirnar:

? Fyri spælararnar ber ein góð byrjan styrkt sjálvsálit við sær, og sjálvandi verður tað hugaligari hjá áskoðarunum at fylgja við, um úrslitið verður á einari góðari leið.

Hvat er tað?

? Slovenia hevur eitt fínt fótbóltslið. Tað varð aftur undirstrikað 16. august, tá teir vunnu 1?0 í Prag. Vit eru framvegis smáir, men avrikini tey seinnu árini hava verið so mikið góð, at vit altíð eiga at fara á vøllin við vónini og ætlanini um at vinna í hvussu so er eitt stig.


Framrættaðir

Undir EM endaspælinum í summar var Allan Simonsen í Hollandi og Belgia:

? Eg fylgdi serliga væl við dystunum hjá Slovenia. Spælið hjá teimum var framúr undirhaldandi, og tað kom ikki óvart á meg, at teir stóðu seg so væl. Veikleikin hjá teimum var, at teir allir vóru so ógvuliga fegnir fyri at spæla framrættað. Ímóti Jugoslavia vóru teir frammanfyri 3?0. Jugoslavar vóru undirmannaðir, men teir megnaðu alíkavæl at javna. Slovenararnir høvdu ikki tol og spælarar at leggja seg aftur á vøllin og at taka ferðina úr dystinum. Tí mistu teir sigurin í síðstu løtu.

Allan Simonsen sigur seg vita, at veikleikin hjá slovenunum er í verjupartinum, har tað meiri enn so kemur fyri, at teir gera stórar brølarar, men venjarin heldur møguleikan vera lítlan fyri, at føroyska liðið skal kroysta teir at gera mistøk:

? Vit skulu vera opnir fyri møguleikanum, men spælbýtið fer at koma av sær sjálvum. Teir fara at trýsta okkara spælarar langt aftur á vøllin. Teir hava síðuspælarar á sera høgum støði, og teir hava miðvallarar og álopsspælarar á hægsta støði í Europa. Tí verður okkara lutur fyri tað mesta at vera væl skipaðir og at verja. Men vit fáa í hvørjum dysti málmøguleikar, og tað fara vit eisini at fáa hesa ferð. So er spurningurin, hvussu stór úrtøkan verður.

Hvussu metir tú mótstøðuliðið í morgin í mun til danska liðið, sum var her fyri tveimum vikum síðani?

? Slovenararnir spæla meiri undirhaldandi, men teir taka meiri lætt upp á verjupartin.


Bara smávegis broytingar

Allan Simonsen vil einki siga um, hvussu føroyska liðið fer at síggja út, men hann ætlar sær ikki at gera stórvegis broytingar. Tí er tað rættuliga sannlíkt, at liðið fer at síggja soleiðis út: Jákup Mikkelsen ? Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen ? Allan Mørkøre, Julian Johnsson, John Petersen, Sámal Joensen, Øssur Hansen ? Uni Arge, Todi Jónsson.

Sammett við dystum ímóti dønum, so kann tað væl hugsast, at venjarin fer at skifta um, soleiðis at Sámal Joensen verður meiri í vinstra borði, og at Julian Johnsson verður í høgru síðu. Julian var framúr væl fyri ímóti Danmark. Hann breyt ígjøgnum við stórari megi og sannføring, men nyttan burturúr skjótleikanum var ikki optimal, tí hann fleiri ferðir kendi seg noyddan at venda út frá aftur og so leggja innfyri við vinstra beini. Í Sogndal er Julian alla tíðina í høgru síðu, og fyri leiklutin hjá Sámali Joensen ? at bakka upp og fylgja bóltføraranum hjá mótstøðumonnunum ? hevur tað minni týdning, um útgangsstøðan verður í høgru ella í vinstru síðu.