Slovan Bratislava fekk einki burtur úr CAS

Slovakiska Slovan Bratislava, sum tapti Champions League uppgerð móti KÍ uttan dyst, fekk ikki viðhald hjá CAS

Norðlýsið skrivar, at  altjóða ítróttardómstólurin CAS gevur ikki Slovan Bratislava viðhald í síni kæru um viðurskiftini ísambandi við dystin í Føroyum móti KÍ, sum KÍ bleiv dømt at vinna, tí Slovan Bratislava ikki fekk loyvi at spæla dystin vegna korona í hópinum.

Slovan Bratislava bleiv av UEFA dømt at tapa dystin 3-0, og í dag skrivar Slovan Bratislava, sum í gjár gav venjaranum sekkin, at CAS ikki gevur slovakum viðhald, veit Norðlýsið at siga.