- Vit steðga okkara hernaðarhjálp og senda ikki fleiri vápn úr okkara egnu goymslum, men vit fara ikki at seta okkum upp ímóti handilsligari sølu av vápnum.
Tað segði nývaldi slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, tá hann hitti Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg, í dag, og hetta segði hann sambært Verdens Gang.
Fico hitti Stoltenberg í samband við ES-toppfundin, sum er í Brüssel.
At gevast við hernaðarliga stuðlinum til Ukraina var eitt av høvuðsmálunum í valstríðnum hjá nývalda slovakiska forsætisráðharranum.
Longu í oktober segði Robert Fico, at hann fór at gevast við hernaðarliga stuðlunum til Ukraina, men Slovakia fór at halda fram við at veita Ukraina humanitera hjálp.
- Ymisku londini veita ymiskan stuðul. Vinnur Vladimir Putin kríggið, er vandin fyri, at hansara aggressiónir ikki steðga í Ukraina, segði Jens Stoltenberg sambært Verdens Gang.
Robert Fico segði, at hann og Nato-aðalskrivarin hava ymisk sjónarmið, og hann legði aftrat, at hann saknar friðarátøk úr ES og Nato.
Ungarn hevur eisini steðga sínari vápnahjálp til Ukraina. Landsins forsætisráðharri, Victor Orban, luttekur eisini á ES-toppfundinum í Brüssel.
Bæði Slovakia og Ungarn eru limir í verjusamgonguni, Nato, og londini eru eisini limir í ES-samveldinum.
Vit kunnu leggja aftrat, at Slovakia gjørdist limur bæði í Nato og ES í 2004, og í 1999 gjørdust bæði Ungarn, Kekkia og Pólland eisini limir í verjusamgonguni.