Í gjár komu boð frá epidemikommisiónini um, at allur hópurin hjá Slovan Bratislava, sum eftir ætlan skuldi spæla Champions League dyst móti KÍ í kvøld, tí at ein í hópinum var testaður positivur fyri korona við komu í Vágum mánadagin, skuldi í sóttarhald.
Men í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at nakrir av slovakunum vóru at síggja í havnargøtum.
- Vit fóru á staðið og tóku eitt prát við teir. Tað vísti seg, at samskifti ikki hevði verið nóg gott, og at teir ikki vóru heilt klárir yvir, hvat sóttarhaldið innibar. Tá ið vit so greiddu teimum frá hesum, fóru teir beint aftur á hotellið hjá sær, verður upplýst á politistøðini í morgun.