Slógv fyri milliardir

.

Fiskaslógv er við at gerast ein tydningarmikil inntøkukelda hjá norsku fiskivinnuni. Tað sum fyrr var burturkast er nú virðismikið í matframleiðslu til bæði menniskjur og djór

Seinastu seks árini hevur norska felagið Rubin fingist við at fáa meir burturúr slógvi. Hesi seks árini eru norðmenn farnir at brúka tvífalt so nógv slógv til sunnar og heilsurættar framleiðslur.

Í 1997 var umsetningurin av slógvi omanfyri 900 milliónir krónir. Í ár rokna tey við at fara uppum milliardina fyri eina vøru sum havhestarnir higartil hava fingið ókeypis. Hjá Rubin roknað tey við at um fá ár kunnu norðmenn selja slógv til víðariframleiðslu fyri minst tvær milliardir krónir.

Í 1997 var burturkastið hjá fiski- og alivinnuni meir enn 650.000 tons. Av hesum blivu meir enn 450.000 tons endurnýtt. Meginparturin endar sum fóður í alivinnuni. Útrokningar vísa at umleið ein fimtingur av fóðureftirspurninginum í Noregi kann nøktast við slógvi sum er malið til fóður. Hetta kann spara norsku alivinnuni fyri 150 milliónir krónur í fóðurútreiðslum.

Heilsukostur og heilivágur er tvey týdningarmikil økir har fiskaslógv kann brúkast í størri mun enn í dag.