Sløkkja gamla sendinetið

16. september verða fyrstu av teimum gomlu sjónvarpssendarunum sløktir. Skjótt verður alt føroysk sjónvarp sent umvegis sendinetið hjá Televarpinum.

Tað verður alsamt truplari at viðlíkahalda gamla sendinetið hjá Sjónvarpinum. Tað er Føroya Tele, sum umsitur netið, men boðini frá teimum hava leingi verið, at tøknin er gomul, og at tað tí gerst alt truplari at halda viðlíka. Samstundis er tað ein sannroynd, at nýggja tøknin gevur munandi betri mynd á skíggjanum, og tí varð herfyri tikin avgerð um, at Sjónvarpið skuldi sendast umvegis talgilt sendinet.

Slíkt net hevur Televarpið longu, og í framtíðini verður tað sendinetið hjá Televarpinum, sum verður nýtt til Sjónvarp Føroya. Fyri tey, sum ikki longu hava Televarpið, merkir hetta, at tey hava UHF-antennu og DVB-T móttakara.

Mentamálaráðið hevur sent út faldara, har tey boða frá, hvørjar sendistøðir verða raktar, nú fyrstu av teimum gomlu sendarunum verða sløktir. Hetta fer at raka Gundadal í Havn, Hósvík, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Kirkjubø, Kollafjørð, Oyrareingir, Signabø, Hvalvík, Streymnes, Velbastað, Lamba, Morkranes, Oyri, Seletrað, Sand, Skarvanes, Skopun, Skúvoy og Gásadal.