Sløkk sjónina í ein tíma

Sólarmyrkingin varðar fáar minuttir, so er aftur ljóst. Vit bjóða tær at sløkkja sjónina í ein tíma, skriva fyriskipararnir av "Konsert í myrkri."

Sunnukvøldið 22.mars verður ein øðrvísi konsert í Løkshøll. Konsertin er í bølamyrkri.

Tað er Sjóndepilin og  Føroya Blindafelag, sum skipa fyri hesi  konsert.

- Í 2012 skipaðu vit fyri “konsert í myrkri“ í Norðurlandahúsinum. Eitt sera vælegnað tiltak fyri fullsettum húsi. Fleiri hava spurt, nær vit aftur fara at gera slíka konsert, sigur Karin Kass, fyriskipari.

 

Hesaferð fall valið á Eysturoynna og Løkshøll. 

- Sólarmyrkingin varðar fáar minuttir, so er aftur ljóst. Vit bjóða tær at sløkkja sjónina í ein tíma - ein tíma, har tú veruliga tendrar hinar fýra sansirnar. "Konsert í myrkri" er ein sansauppliving, har alt er vent við: Sjónin, sum vanliga fyllir meira enn 80% av okkara sansan, verður sløkt og hinir sansirnir tendrast - og skránna fært tú á veg útaftur. Vit vilja geva fólki loyvi at uppliva eina konsert, sum vit blindu uppliva hana, skriva fyriskipararnir.

 

Nakrir av fremstu tónleikarunum og sangarunum í landinum framføra etta kvøldið, og størsta navnið í so máta man vera Kristina Bærendsen, ið júst er kosin ársins songkvinna á FMA.

- Við at geva fólki slíkar aha-upplivingar, ynskja vit á ein positiva hátt, at fólk betur kunnu skilja og taka atlit til okkum blindu og sjónveiku, skriva fyriskipararnir.