Í nátt lótu í minsta lagi 47 palestinar lív í ísraelskum álopum á trý øki í Gazageiranum. Fyrrapartin í dag var enn eitt álop, og her lótu eisini fleiri fólk lív.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.
Sagt verður, at í minsta lagi 10 palestinar lótu lív í álopinum í morgun, soleiðis at samlaða talið av deyðum palestinum seinastu tveir dagarnar nú nærkast 60.
Reuters veit í dag at siga, at í morgun leyp Ísrael á ein skúla, nærindis flóttafólkaleguni, Nuseirat, miðskeiðis í Gazageiranum.
Álopið í morgun kom bara nakrar tímar eftir, at Ísrael leyp á trý økir í Gazageiranum, og Reuters veit at siga, at meginparturin av teimum deyðu og særdu vóru kvinnur og børn.
##med2##
Sambært ísraelska herinum (IDF) varð lopið á mál í Gazageiranum, har roynt varð, soleiðis sum Ísrael málber seg, at raka "terroristar" miðskeiðis-og har norðuri í Gazageiranum.
Heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum, sum eru Hamas-trúgvir, siga, at higartil eru 43.259 palestinar deyðir í krígnum, og fleiri enn 100.000 fólk eru løstað, veit Reuters at siga.