Slóðbrótari skal seta ólavsøkuna

Hann hevur verið ein ímynd av føroyskum kórsangi í eina hálva øld og nú fær hann heiðurin at seta ólavsøkuna í ár

 

 

Tað verður Ólavur Hátun, sum fær heiðurin at seta ólavsøkuna í ár.

Tað veit heimasíðan hjá Tórshavnar Ítróttarráði at siga.

 

Í næstan eina hálva øld hevur Ólavur Hátun verið slóðbrótandi kórleiðari hjá nøkrum av besta kórinum í føroysku tónleikasøguni, men nú hevur hann boðað frá, at hann fer at rigga av.

 

- Umframt tónleikin, hevur føroyski báturin, og ikki minst kappróðurin, havt hansara stóra áhuga, sigur Ítróttarráðið.

 

Ólavur Hátun, sum nú er 83 ára gamalur, hevur verið fastur táttur á ólavsøkuni, ikki minst í sambandi við sangin á Tinghúsvøllinum eftir skrúgonguna ólavsøkudag.

Og tí er tað sjálvsagt, at hann skal hava hendan heiðurin at set Ólavsøkun í ár, sigur Tórshavnar Ítróttarráði.