Slóðbrótandi verk í Reinsarínum

Teitur hevur tikið stig til tiltakið, har føroyskir tónleikarar hittast fyri at spæla kenda og slóðbrótandi verkið hjá Terry Riley “In C”.

Hósdagin 23. okt verður eitt forkunnugt tónleikatiltak í Reinsaríinum. Man kann kalla tað jamm, ella kanska nóta jamm.Tað er Teitur, ið hevur tikið stig til tiltakið, har føroyskir tónleikarar hittast fyri at spæla kenda og slóðbrótandi verkið hjá Terry Riley “In C”.

 

Tað var í 1964 at hippiarin Terry Riley skrivaði  “in C”. Hetta var eitt aftursvar til tey abstraktu og krevjandi verkini, sum Schoenberg og aðrir  skrivaðu tá.

 

“In C” verður ofta nevnt tann fyrsta minimalistiska kompostiónin, ið legði lunnar undir amerikanska rákið sum vit kenna í dag við Steve Reich, John Adams og Philip Glass á odda.

 

“In C” verður enn ofta spælt kring allan heim, kanska tí at tað ber til at spæla tað uppá allar mátar.

 

Næstan øll ljóðføri kunnu vera við, bólkar frá 12-35 tónleikarum er vanligt.

 

Í verkinum eru 53 stutt motiv, øll eru skrivað í C-dur. Ein pulsur verður hildin ígjøgnum alt verkið og so spælur tónleikarin individuelt sum honum/henni lystir, øll motivini ígjørgnum.

 

Ein herligur, eitt sindur meditativur klangur kemur burturúr. Tað er næstan líka mikið hvat motiv mann spælir, saman við øllum hinum ljoðar tað frálíkt.