Slóðbrótandi flyting fyri FC Suðuroy

Skiftið hjá Høgna Madsen til FC Suðuroy er slóðbrótandi fyri føroyskan fótbólt, sigur Símun Samuelsen

Júst um In.fo skrivaði fríggjadagin, so verður Høgni Madsen partur av hópinum hjá FC Suðuroy komandi kappingarár. Høgni var annars ávegis til HB, tá havnarfelagið hálsaði um.

 

Les eisini: Høgni Madsen til FC Suðuroy

 

Høgni Madsen spældi farna kappingarár við EB/Streymi í fyrru hálvu, og við Jammerbugt í Danmark í seinnu hálvu. Hann hevur eisini umhugsað møguleikan at fara aftur til Maltan at royna seg, har hann hevur spælt fyrr.

 

Slóðbrótandi flyting

 

Símun Samuelsen, spælandi hjálparvenjari hjá HB, heldur fyri at talan er um eina slóðbrótandi flyting í føroyskum fótbólti. Tað segði hann í Fótbóltspanelinum, sum var á Rás2 fríggjadagin.

 

Les eisini: Hoyr Fótbóltspanelið HER

 

- Eg kann ikki minnast, at ein so stórur profilur sum Høgni Madsen hevur skift til eitt felag í suðri, uttan at hava havt tilknýti til felagið ella umhvørvið fyrr, sigur Símun Samulesen, sum sjálvur er uppvaksin í Vági, og spældi við VB sum yngri.

 

Les eisini:Høgni verður ikki HB ari

 

Úr FC Suðuroy verður tó boðað frá, at Noah Olawale Ojuola úr Nigera, sum hevur vant við felagnum í eina tíð, er farin av landinum aftur.

 

- Hann hevði onkur óavkláraði viðurskifti við felagið hjá sær í Malta, sum ikki stóðu til at loysa, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy.

 

Les eisini: Gammal kenningur til FC Suðuroy



Í staðin kemur Christian Ibeagha, sum somuleiðis er miðverji úr Nigeria, at royndarvenja við FC Suðuroy. Felagið hevur í løtuni Mamuka Toronjadze og Valerian Lobashvili úr Georgia somuleiðis til royndarvenjing.