Sló sonin fleiri ferðir

At konan noktaði manninum at fara á landsdyst, førdi til, at maðurin drakk seg fullan og seinni sló sonin fleiri ferðir

Føroya rættur dømdi ein 45 ára gamlan mann fyri at hava sligið son sín fleiri ferðir í høvdið eitt seint kvøld í fjør. Drongurin rýmdi heim til abba sín, har málið varð meldað, og løgreglan kom upp í málið.

 

Ákærdi greiddi frá, at hann var fullur hetta kvøldið, og at tað allan dagin hevði verið ein ávísur spenningur í luftini, tí ting vóru ikki gingin honum eftir vild.

 

Maðurin greiddi frá, at hann hevði arbeitt nógv seinastu tíðina undan hesum kvøldinum, men gleddi seg ómetaliga nógv, tí landsdystur var á skránni, og hann og ein vinmaður vóru bjóðaðir til eitt VIP-tiltak á Tórsvølli. Tó, sum tíðin nærkast, gerst tað manninum greitt, at konan als ikki vil, at hann skal fara á Tórsvøll hetta kvøldið. Tey skeldast um hetta, og tað verður heldur heitt millum teirra.

 

Tá hann kemur aftur til hús seinni um kvøldið, er sonurin einsamallur heima. Sonurin vil hava hann at fara í song, tí hann er drukkin, men tað vil ákærdi ikki. Teir fara at togast og skumpa hvønn annan og endin er, at pápin fleiri ferðir slær sonin í høvdið.

 

Maðurin fekk 40 dagar treytaða fongsulsrevsing og skal gera 40 tímar av óløntari samfelagstænastu komandi seks mánaðirnar. Royndartíðin er tvey ár. Harumframt skal maðurin vera undir umsorgan hjá kriminalforsorgini í eitt ár, hann skal taka við tí viðgerð, sum kriminalforsorgin ásetur, og hann skal rinda sakarmálskostnaðin.

 

Dómarin segði, at hann kundi ikki leggja læknaligu fundini til viks, sum øll bendu á, at drongurin var sligin fleiri ferðir. Harðskapur við knýttum neva verður mettur sum álvarsamur harðskapur, og tí er revsingin ásett til 30 dagar fongsulsrevsing. Umframt hetta verður tað mett sum skerpandi umstøður, at sonurin einans er 14 ára gamal, tá hendingin fer fram.

 

 

Dómarin segði, at harðskapsmál vanliga føra treytaleysa fongsulsrevsing við sær, men var samdur við ákæranum, at í hesum førinum vildi tað ikki verið gangligt fyri nakran. Maðurin hevur rættað kósina, er givin at drekka, og viðurskifti hansara við alla familjuna eru góð, og við tað, at hetta eftir øllum at døma var ein einkulthending, valdi dómarin at gera revsingina treytaða.

 

Les alla søguna í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í morgin.