Løgreglan hevur havt út at gera seinasta samdøgrið, og her hava verið fleiri uppgávur og hendingar av ymiskum slag.
Um 20-tíðina í gjárkvøldið fór ein hending fram við inngongdina til Tórshøll í miðbýnum í Havn.
Ringt varð av skeinkistaðnum at siga frá, at menn vóru komnir til ilnar, og mett varð, at løgreglan mátti koma uppí.
Alt byrjaði við, at løgreglan skuldi handtaka ein persón fyri brot á skilhaldsreglurnar.
- Men, meðan vit fingust við hesa uppgávu, legði ein annar persónur uppí og sló eitt løgreglufólk undir vangan.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at báðir persónarnir vórðu handtiknir.
- Ein er leyslatin aftur og er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, meðan persónurin, sum sló, situr enn.
Vaktleiðarin visti at siga, at persónurin, sum sló, verður avhoyrdur einaferð fyrrapartin, áðrenn hann verður leyslatin aftur.
Sum skilst, fekk løgreglufólkið ongan skaða og persónurin, sum sló, verður ikki grundlógaravhoyrdur við fongsling fyri eygað.
Tað er álvarsamt at sláa løgreglufólk í arbeiði, og hesin persónurin fær so eisini bót fyri at hava sligið løgreglufólk í arbeiði.