Sló ein vakt í SMS við knýttum neva

Ein maður er handtikin fyri at gera seg inn á ein vakt í SMS

Seinnapartin í gjár handtók løgreglan ein mann fyri at hava sligið ein vakt í SMS.

Hetta var seinnapartin í gjár, tá ið av mesta fólki er í SMS. Maðurin, sum var ávirkaður av rúsdrekka, ætlaði sær í SMS, men vakturin vildi ikki lova honum inn, tí hann var fullur.

Tá gjørdist maðurin so óður, at hann slóð vaktin í høvdið við knýttum neva. Tí varð løgreglan boðsend og tey handtóku mannin.

 

Vakturin varð eymur eftir slagið, men fekk annars ongan skaða, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at maðurin er ein gamal kenningur hjá løgregluni, og tí varð hann handtikin og settur í varðhald. Og í dag er ætlanin at føra hann í grundlógaravhoyring í Føroya rætti fyri at fáa hann fongslaðan.