Slitu homluband í síðstu venjingini

Róðursmaðurin á Eysturoyingi hevði undan fyrstu FM kappingini ongantíð roynt at loysa fasta startin

KAPPRÓÐUR FYRIREIKINGAR

Umborð á Eysturoyingi vórðu teir í síðstu venjingini undan Norðoyastevnu mintir á, at tað kunnu vera heilt onnur viðurskifti enn gott og roynt fólk og góð venjingarstøða, sum eru avgerandi fyri, hvussu tað hilnast í sjálvari kappingini.
Tá ið teir vóru í bátinum fyri síðstu ferð, áðrenn teir fóru til Klaksvíkar, vóru teir fyri óhappi, sum hevði havt kostað nógv, um tað hevði havt verið í kapping og ikki undir venjing, at tað kom fyri.
Eysturoyingur róði móti 6-mannafarinum Sølmundi, sum hevði róð eitt sindur, áðrenn teir umborð á 10-mannafarinum spentu í. Tá slitnaði eitt homluband. Hevði hetta komið fyri í sjálvari kappingini, so hevði tað ivaleyst kostað sigurin í Klaksvík.
- Hetta hevði við sær, at vit serliga nágreiniliga gjøgnumgingu allar smálutirnar í bátinum. Men tað er altíð onkur óvissa, sum tað einki ber til at gera nakað við. Eitt nú at ein ár brotnar. Tað stendur øgiliga nógv á, tá ið báturin liggur stillur, og fyrstu tøkini verða tikin í startspurtinum, staðfestir Hilmar Sam Lamhauge, sum er ein av veteranunum umborð á Eysturoyingi.
Marran í kappróðri er møguleikin fyri at hanga eftir í fasta startinum, tá ið kappingarneytarnir fara skúmandi avstað. Nýggi stýrismaðurin umborð á Eysturoyingi, Ingvard Hansen, sum hevur loyst Sámal Hansen av, hevði undan Norðoyastevnuni ongantíð roynt at krøkja úr fasta startinum.
- So skjótt sum 8-mannaførini vóru leys, løgdu vit til á fasta startinum, sum vit vistu var okkara. Tað eydnaðist at royna hann eina ferð, áðrenn gula flaggið var á lofti, sum er fráboðan um, at nú skal gerast klárt, sigur Hilmar Sam Lamhauge á Eysturoyingi.