Slitnir limir

   

Katrin á Neystabø hevur verið fastur gestur hjá Maluni Klakstein á ferðini. Serliga var tað at byrja við skotarmurin, sum gav trupulleikar, men spakuliga eru eisini aðrir smærri skaðar komnir afturat.
Eftir dystin mikudagin byrjaði knæið at geva nakað av trupulleikum, og undir dystinum mátti hon so eisini út at hvíla, tá hon hevði skeiklað eitt sindur á fótinum. Hon megnaði tó at koma aftur í dystin, og hon gjørdist eisini enn einaferð føroysku toppskjútti, men tað man tó vera lítil ivi um, at hon verður millum tær báðar, sum verða valdar at sita yvir fríggjadagin.